Leiga Havnar Bio

Tað er møguleiki at leiga Havnar Bio, um tú ynskir eina privata sýning av einum av okkara filmun.

Tit velja hvønn film, tit vilja síggja út frá filmsúrvalinum.

Hygg undir skrá, hvørjir filmar eru at velja í millum, og vel hvønn film tit ynskja at síggja. Tykkara filmur má vera liðugur, tá ið okkara vanliga skrá byrjar. Er skráin ikki løgd enn, kanst tú hyggja undir komandi filmar, og síggja hvørjir filmar hava frumframsýning áðrenn tykkara dato.

Vanliga leggja vit skránna út 1 viku fram.

Skriva til okkara á messenger, og í felag finna vit eina loysn.