Tað er ikki longur møguligt at leggja atgongumerki av í Havnar Bio.
Ístaðin kanst tú keypa atgongumerkið á www.bio.fo

Havnar Bio hevur broytt mannagongd soleiðis, at framyvir er ikki møguleiki at leggja atgongumerki av. Hetta er galdandi, bæði fyri tey sum ringja inn til okkara, og tey sum koma inn á gólvið.

Høvuðsorsøkirnar fyri hesi broyting eru:

  • Tað minkar um trýstið í kioskini, at flestu longu hava ognað sær atgongumerki, áðrenn filmurin byrjar. Hetta ger tað eisini lættari at halda skránna, og byrja sýningina til tíðina.
  • Tað kemur ov ofta fyri, at góð pláss, ið eru avløgd ikki verða heintað, ella at ein bílegging minkar við fleiri plássum, tí man heldur bað um fleiri pláss enn neyðugt, um nú onkur eyka kom við.
  • Tá tað næstan er fullur salur, so hava vit "leysgivið" øll avløgd atgongumerki 1/2 tíma áðrenn sýningin byrjar. Tá kemur fyri at fólk, ið hava avlagt, og koma sera seint, kunna gerast ill inn á okkara starvsfólk, tí teirra atgongumerki er selt.

Av hesum orsøkum eru vit farin til, at øll atgongumerki verða keypt á netinum ella í Havnar Bio.

Vónandi skilja tit avgerðina.

 

SVAR UPPÁ VANLIGAR SPURNINGAR:

Eg havi keypt atgongumerkið, men fái ikki komið. Kann eg fáa atgongumerkið endurgoldið?
Ja, tað kanst tú. Einasta tú skalt gera er at ringja til okkum á tlf 311956 30 hálvan tíma áðenn sýningin byrjar. Vit strika síðan títt atgongumerki, og leggja tær ein tilgóðarseðil at heinta í Havnar Bio. Hevur tú keypt, sum partur av einum størri bólki, er eisini møguleiki at fáa títt atgongumerki endurgoldið.

Eg havi eitt gávukort til Havnar Bio. Kann tað nýtast á netinum? 
Ja, øll okkara nýggju gávukort kunna nýtast á netinum. Tá tú kemur til vindeygað at rinda, trýstir tú á ‘indløs gavekort’ og skrivar nummarið, sum stendur á tínum gávukorti inn í teigin. 

Hvat geri eg, um eg havi eitt av teimum gomlu gávukortunum, sum ikki kann nýtast á netinum? 
Í hesum føri kanst tú keypa atgongumerkið á vanligan hátt, og taka gávukortið við til sýningina, so endurgjalda vit tær upphæddina. Tú kanst eisini nýta gávukortið til kioskvørur, tá tú kemur, og um tað loypir peningur av, so fært tú eitt av teimum nýggju gávukortunum við restupphæddini. 

Skal eg enn koma hálvan tíma, áðrenn sýningin byrjar? 
Nei. Tú hevur longu keypt títt atgongumerki. Tú skalt bara møta upp til tíðina, so skanna vit atgongumerkið, sum tú hevur móttikið frá skipanini. Ætlar tú at keypa tær poppkorn, sovadatn og bomm, er gott hugskot at møta fyrr, soleiðis at øll sleppa ígøgnum og filmurin kann byrja til tíðina.

Skal mítt atgonguerki býtast um við eitt fysiskt atgongumerki frá kioskini?
Nei, tú hevur móttikið eitt atgongumerki við t-posti, tá tú keypti á netinum. Tann QR kotan er góð nokk.

Kann eg enn keypa atgongumerki inni í Havnar Bio?
Ja, tú ert vælkomin at keypa atgongumerki í Havnar Bio innanfyri okkara upplatingartíðir.