Leiga Havnar Bio til barnaføðingardag
Havnar Bio hevur eitt tilboð til barnaføðingardagar.
Hetta inniheldur atgongumerki til biograf, og eina barnamenu av poppkorn og sodavatn.
Tað skulu vera 10 børn ella fleiri til ein barnaføðingardag, men vit eru at tosa við.
Minst ein vaksin má vera við til sýningina, sum hevur ábyrgd av bólkinum. Tann vaksni rindar einki.
Prísurin verier eftir hvønn film tit velja, og hvørja stødd av poppkorn menu tit velja.
|
Tilboð |
Barna film + barna menu: |
100 |
Barna film + vanlig menu: |
125 |
Vanligan film + barna menu |
115 |
Vanligan film + vanlig menu: |
130 |
Um talan er um ein film, ið er tveir tímar ella longri, hækkar prísurin.
Hygg undir skrá, hvørjir filmar eru at velja í millum, og vel hvønn film tit ynskja at síggja. Tykkara filmur má vera liðugur, tá ið okkara vanliga skrá byrjar. Er skráin ikki løgd enn, kanst tú hyggja undir komandi filmar, og síggja hvørjir filmar hava frumframsýning áðrenn tykkara dato.
Vanliga leggja vit skránna út 1 viku fram.
Skriva til okkara á messenger, fyri at bíleggja Havnar Bio, ella um tú hevur spurningar.
