Leiga Havnar Bio til barnaføðingardag

Havnar Bio hevur eitt tilboð til barnaføðingardagar. 
Hetta inniheldur atgongumerki til biograf, og eina barnamenu av poppkorn og sodavatn. 

Tað skulu helst vera 10 børn ella fleiri til ein barnaføðingardag, men vit eru at tosa við.

Prísurin er vanligur prísur á atgongumerkjum, har Havnar Bio bjóðar ókeypis barnamenu við poppkorn og sodavatn. 

Hygg undir skrá, hvørjir filmar eru at velja í millum, og vel hvønn film tit ynskja at síggja. Tykkara filmur má vera liðugur, tá ið okkara vanliga skrá byrjar. Er skráin ikki løgd enn, kanst tú hyggja undir komandi filmar, og síggja hvørjir filmar hava frumframsýning áðrenn tykkara dato.

Vanliga leggja vit skránna út 1 viku fram.

Skriva til okkara á messenger, fyri at bíleggja Havnar Bio, ella um tú hevur spurningar.