Filmsfelagið
Hvønn mikudag sýnir Havnar Bio, undir heitinum Filmsfelagið, nýggjar filmar, sum eru listaliga áhugaverdir, men tó ofta ókendir. Úti í heimi verður hetta slagið av filmum onkuntíð nevnt arthouse filmur.
Sjálvandi er ymiskt, hvat ein biografgangari og ein annar halda verða listaliga áhugavert og viðkomandi, men Havnar Bio roynir, við átakinum Filmsfelagið, við eini miðsøkjandi leið, sum annan vegin savnar áskoðarar og hin vegin gevur atgongd til film, sum ikki verður settur á vanligu skránna.
Havnar Bio heitti á Birgir Kruse, sum var formaður í gamla Filmsfelagnum, og Ole Wich, sum var nevndarlimur, at sleppa at brúka heitið og at velja filmar við ráðgeving frá filmsáhugaðum. Upprunaliga felagið varð stovnað í okkara hølum, Havnar Bio, í 1962 undir navninum Filmslistafelagið. Hetta felagið sovnaði í 1975. Í 1984 varð felagið endurstovnað sum Filmsfelagið og helt sær til 1992, oftast við sýningum í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum. Tey, ið stjórna Filmsfelagið í dag eru: Birgir Kruse, Ole Wich, Rannvá Jónsdóttir og Jana Mortensen
Nú er Filmsfelagið endurstovnað í samráð við táverandi nevnd undir sama heiti og tí einfalda endamáli at vísa listaliga viðkomandi filmar í Havnar Bio. Filmarnir verða sýndir mikudagar.
Skráin hjá Filmsfelagnum verður kunngjørd í góðari tíð á Facebooksíðuni hjá felagnum, og á hesi heimasíðu, eins og galdandi er fyri allar aðrar filmar í Havnar Bio.
Fylg Facebooksíðuni hjá Filmsfelagnum, har tey leggja tilfarð út um filmarnar: Filmsfelagið Facebook Síða
Sýningarnar eru almennar og krevja ikki limaskap.
Vælkomin í Filmsfelagið!
Komandi filmar hjá Filmsfelagnum
No rest for the wicked
Filmsfelagið: Mikukvøldið 02. september kl. 20:00
Fyrsti filmur í heystskránni hjá Filmsfelagnum er "No Rest For The Wicked". Filmurin byggir á søgu hjá týska Karl Heinreich Ulrichs (1825-1895), sum undir heitinum "Manor" fer fram í Føroyum. Úr søguni, ið er frá 1885, hevur Rasmus Birch skrivað filmshandritið. Vit eru í Føroyum í árinum 1862, har vit fáa innlit í gerandisdagin hjá Baldur (Egor Venned), sum er fiskimaður á bygd. Ein fremmandur maður kemur til bygda, og eftir hetta verður einki sum fyrr. Fremmandamaðurin er danski hvalaveiðimaðurin Helgi (Pilou Asbæk), sum vekir nakað í føroyska Balduri. Sum frá líður taka djúpar kenslur seg upp, sum sjónliga spíra teirra millum. Tá ein sorgarleikur syndrar sambandið, ið hevur verið teirra millum, elvir tað til ógvusligar hendingar. Ræðsla kemur á bygdafólkið, ið tekur seg saman at mana tað illa niður í jørðina. Men Baldur og Helgi halda fast um kærleikan, sum er sprottin teirra millum. Teir stríðst til endans - og enn longur. "No Rest For the Wicked" er annar spælifilmur hjá danska leikstjóranum Kasper Kalle. Hin fyrsti var "Christian IV - Kongens sidste rejse" (2018). Leikarar eru Egor Venned, Pilou Asbæk, Sofia Nolsøe (Ásla), Kjartan Hansen (Súni), Jóhannes Haukur Jóhannesson (Jákup) og Brimheim. Lars Bredo Rahbek hevur framleitt fyri fremsta filmsframleiðara í Norðurlondum, SF Studios, saman við Outlier Projects hjá Jón Hammer í Føroyum og íslendska Truenorth. Charades í París stendur fyri altjóða søluni.
Two Prosecutors
Filmsfelagið: Mikukvøldið 09. septamber kl. 20:00
Palestine '36
Filmsfelagið: Mikukvøldið 16. september kl. 20.00
Leikstjórin Annemarie Jacir er fødd í Bethlehem á Vestara Áarbakka í Palestina 1975, har hon vaks upp við kristnum foreldrum, flutti til Saudiarabia og tók útbúgving í USA. Í hesum søguliga spælifilmi førir hon okkum til árið 1936. Meðan allar búsetingar í økinum, har bretar hava yvirræði í Palestina, gera uppreistur móti bretska kolonistýrinum, roynir Yusuf at finna eina liviliga leið og tilveru millum heimið á bygd og tølandi farran av stórbýi í Jerúsalem. Men til ber ikki at flýggja frá søguni og hennara gongd. Jødiskir tilflytarar í hópatali flyggja undan antisemitismu í Evropa og palestinska fólkið tekur seg saman í størsta og drúgvasta uppreisturi móti bretska yvirvaldinum, sum hevur staðið við í 30 ár. Bretska heimsveldið og alt økið fer skjótt at standa fyri skotum. Í høvuðsleiklutunum síggja vit Hiam Abbass, Kamel El Basha og Jeremy Irons. "Oscar-Worthy Palestinian Narratives," skrivaði ummælarin hjá New York Times. Filmurin er ein altjóða framleiðsla á arabiskum og enskum, har Danmark, Svøríki og Noreg eisini eru við.
Innocence
HIn fremmandi
De forbandede år 3
Filmsfelagið: Mikukvøldið 07. oktober kl. 20:00
Calle Malaga
Filmsfelagið: Mikukvøldið 14. oktober kl. 20:00
Spanska stjørnan, vit kenna frá Pedro Almodóvar, Carmen Maura (f.1945), hevur høvuðsleiklutin í hesum summarheita filmi úr Marokko, har hon er María Ángeles í Tangier. Úr rúgvuni av virðislønum kann nevnast, at Carmen Maura vann virðisløn í Venezia í 1988 fyri høvuðsleiklutin í filminum, sum Filmsfelagið tá vísti í Sjónleikarhúsinum undir heitinum "Kvinnur á áfalstrom" og í 2006 í Cannes í kollektiva kvinnuleiklutinum í "Volver", sum vit eisini hava sýnt.
Fotografur er Virginie Surdej, sum er kend í Føroyum.
Í "Calle Málaga" býr María í spanska býarpartinum í marrokanska ferðafólkaparadísinum Tangier. Dóttirin, Clara, (Marta Etura) hevur í eina tíð boðað frá, at hon kemur á vitjan. Tá hon langt um leingi kemur fram, er tað fyri at fáa mammuna at selja íbúðina. Clara er blivin støk og eftir hjúnarskilnaðin er hon komin í fíggjarligt óføri. Men María, sum er rótfest í umhvørvinum og er væl í øgn við allar grannar, ætlar ikki at flyta, kosta, hvat tað kosta vil.
Tað er fleirfalt virðislønti marokkanski leikstjórin, Maryam Touzani (f.1980), sum er fødd í Tangier, ið hevur gjørt henda filmin í samstarvi við Nabil Ayouch úr Casablanca. Teirra samstarv sást eisini í "Bláa kappanum" (2022), sum belgiska Virginie Surdej fotograferaði. Sama er galdandi í hesum filmi, ið fær bestu ummæli. Virginie Surdej er kend í Føroyum, tí hon er fastur fotografur hjá Sakaris Stórá.
Digger
Filmsfelagið: Mikukvøldið 21. oktober kl. 20:00
Meksikanski leikstjórin, Iñárritu (f.1963), sum er útbúgvin á Universidad Iberoamericana í Meksikobýi, hevur fimm ferðir vunnið Oscarvirðislønina og eins oftað verðið virðisløntur í Cannes. Eftir klassikarar sum John Ford og Joseph L. Mankiewicz, er Iñárritu við "Birdman" (2014) og "The Revenant" (2015) hin triði at fáa Oscarvirðislønina sum besti leikstjóri ár um ár.
Iñárritu er framúr at lýsa menniskjansligu støðuna, the human condition, og hesin nýggjasti filmurin, "Digger", verður av ummælarum hálovaður sum ein komedia, ið setur sær fyri at lýsa eina vanlukkuliga støðu, sum er íkomin av ongum øðrum enn egnum ávum.
Oscarvinnarin og actionhetjan, Tom Cruise, er ikki at kenna aftur í høvuðsleiklutinum sum sterkasti og týdningarmesti maður í heiminum, Digger Rockwell, sum er úr Texas. Vágafúsur hevur hann sett sær fyri at prógva, at hann er hin einasti og seinasti, at bjarga mannaættini, innan ólukkan, hann sjálvur hevur skapt og elvt til, leggur alt í oyði.
Umframt Tom Cruise fylgja vit í filminum eini ørgrynnu av Oscarvirðisløntum og -tilnevndum leikarum úr fleiri londum, so sum Riz Ahmed, John Goodman, Sandra Hüller, Michael Stuhlbarg, Jesse Plemons, Robert John Burke, Emma D’Arcy, Burn Gorman og Sophie Wilde.
Myndamaður er meksikanski Emmanuel Lubezki Morgenstern (f.1964), ið er hin einasti í allari filmsøguni at fáa Oscarvirðislønina trý ár á rað, millum annað fyri "The Revenant", har hann bara brúkti dagsljós.
Handritið til nýggja filmin, "Digger", hevur leikstjórin, Iñárritu, skrivað saman við Oscarvinnarunum Alexander Dinelaris, Nicolás Giacobone og Sabina Berman.
Taxi Driver
Filmsfelagið: Mikukvøldið 28. oktober kl. 20:00
Í ár eru fimmti ár liðin, síðan amerikanski meistaraleikstjórin, Martin Scorsese (f.1942) gjørdi Robert De Niro (f.1943) kendan um allan heim, sum Vjetnamveteranurin í andvekri, Travis Bickle.
Í hesi søguni hjá Paul Schrader (f.1946), ið ofta skrivar um innibyrgdar menn, koyrir Travis út í hvønn krók, eisini har eingin vil fara.
Við átrúnarligum undirtónum vellir fram ein vilji at reisa seg úr óhumskuni, og einsamallur at rudda náttarbýin, so hann tolir dagsins ljós, og aftur kann gerast eitt tempul.
At seta eksistentiellu stórbýarsøguna í rættan karm millum dreym og veruleika, hoyra vit nervøsa jazzin hjá Bernard Herrmann (1911-1975) upp móti neonskeltunum og undirjarðisku guvuni, har guli hýruvognurin koyrir, svartblettutur í skugganum, sum eitt villdýr, ið á nátt er komið upp úr frumskógini, og í stórbýnum er vorðið eitt við føraran.
Formaðurin í Filmsfelagnum, Birgir Kruse, fer at innleiða.
Teenage Sex and Death at Camp Miasma
Filmsfelagið: Mikukvøldið 04. november Kl. 20:00
Í hesi argandi fiktivu søgu, sum spælir við franska sjúkuorðið, miasma, er ungi leikstjórin, Kris (Hannah Einbinder), á stevnu í Sundance at vísa ein film, sum við ikoniskari styrki skal verða framhald av eini slasher røð við Gillian Anderson, so vit av nýggjum fáa ein film, a remake, hóast alt endar í einum marrudreymi, a nightmare.
Hetta er karmurin, premissurin, um ummælararósta filmin hjá 39 ára gomlu Jane Schoenbrun, ið er av jødiskari ætt, uppvaksin í New York, útbúgvin í Boston, lýsir seg sum transfeminine og non-binary persón, og við stórum fagnaði fekk Queer Palm virðislønina í Cannes í ár fyri "Teenage Sex and Death at Camp Miasma".
Okkara yndisummælari, Peter Bradshaw, ið skrivar fyri The Guardian, gevur sjáldsama kanadiska horror filminum fult stigatal. Eins fegin er ummælarin hjá kritiska danska tíðarritinum, Ekko, Niels Jakob Kyhl Jørgensen, sum sigur "Den er skabt til at blive kultdyrket, og lur mig, om den ikke ender med at blive en klassiker...En feberdrøm af en film, der favner kultkulturens queer-fællesskaber og tematiserer instruktørens egne erfaringer som transperson."
Tá tað stendur ungu og framsóknu Kris í boði, at endurskapa klassisku horrorrøðina um Camp Miasma, tekur hon av. At sannføra framleiðarar um álvarsemi í ætlanini, vitjar hon upprunaligu stjørnuna, Billy Presley (Gillian Anderson), og sær til, at hon framhaldandi er við í endurgjørdu søguni.
Samstarvið millum kvinnurnar, unga leikstjóran og lívsklóka sjónleikaran, verður støðið undir søguni, sum við hugbindandi fasinatión, tankum um listaligt eftirlit og hvussu vit síggja kultfilm við nútíðareygum, brettir seg út á stóra og fiktiva nútíðarløriftinum.
Meðan filmsgerðin er í gongd, kámast mørkini millum endurgerð, minnisløtur og veruleika.
Meta-ræðufilmurin, ið ætlaði at endurskapa slasher-umhvørvið, verður nú í størri mun ein órógvandi og ørkymlandi søga um girnd, samleika og sálarfrøðiliga upploysn.
Jane Schoenbrun hevur fyrr gjørt “I Saw the TV Glow” (2024).
Fjord
Filmsfelagið: Mikukvøldið 13. Januar Kl. 20:00
Fyrsti filmurin í nýggja árinum hjá Filmsfelagnum er stórfilmurin "Fjord", sum rumenski leikstjórin, Cristian Mungiu (f.1968), vann Gylta Palman í Cannes fyri.
Mungiu vann somu heiðursløn í Cannes í 2007 fyri "4 Months, 3 Weeks and 2 Days". Í 2016 deildi hann virðislønina við franska Olivier Assayas fyri bestu leikstjórn. Tilsamans er neyvan nakar leikstjóri, sum er so nógv heiðraður á árligu filmstevnuni í Cannes, ið vanliga verður mett sum fremsti altjóða arthouse pallur.
Norska Renate Reinsve og rumenski Sebastian Stan, sum bæði eru í Oscaruppskoti, eru hjúnini Lisbeth og Mihai, sum eru flutt úr Rumenia til eina bygd, eitt tettsted, við norska fjørðin. Við fimm børnum koma tey skjótt í samband við bæði meinigheitina á staðnum og grannar, ið hava børn í sama alduri. Tá skúlin fær ta greiðu fatan, at fremmandu forledrini revsa børnini á harðligan háttz, verða tiltøk sett í verk. "Fjord" er ein aktuellur, spennandi og hugvekjandi filmur, har privata húskið er karmur um alment viðkomandi søguna úr einum av okkara næstu grannalondum, har mentanarmunir og viðkvæma markið millum privatlív og stovnsmakt verða granskað.
Renate Reinsve og Sebastian Stan spældu saman í "A Different Man" (Aaron Schimberg 2024).
"Fjord" varð frumsýndur fyri einum altjóða skara á 79. filmfestevnuni í Cannes 2026. Umframt at vinna fremstu virðisløn, vann filmurin eisini FIRPRESCI virðislønina og François Chalais-virðislønina, sum verður latin einum filmi, ið setur journalistisk og humanistisk virði á breddan.