Filmsfelagið
Hvønn mikudag sýnir Havnar Bio, undir heitinum Filmsfelagið, nýggjar filmar, sum eru listaliga áhugaverdir, men tó ofta ókendir. Úti í heimi verður hetta slagið av filmum onkuntíð nevnt arthouse filmur.
Sjálvandi er ymiskt, hvat ein biografgangari og ein annar halda verða listaliga áhugavert og viðkomandi, men Havnar Bio roynir, við átakinum Filmsfelagið, við eini miðsøkjandi leið, sum annan vegin savnar áskoðarar og hin vegin gevur atgongd til film, sum ikki verður settur á vanligu skránna.
Havnar Bio heitti á Birgir Kruse, sum var formaður í gamla Filmsfelagnum, og Ole Wich, sum var nevndarlimur, at sleppa at brúka heitið og at velja filmar við ráðgeving frá filmsáhugaðum. Upprunaliga felagið varð stovnað í okkara hølum, Havnar Bio, í 1962 undir navninum Filmslistafelagið. Hetta felagið sovnaði í 1975. Í 1984 varð felagið endurstovnað sum Filmsfelagið og helt sær til 1992, oftast við sýningum í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum. Tey, ið stjórna Filmsfelagið í dag eru: Birgir Kruse, Ole Wich, Rannvá Jónsdóttir og Jana Mortensen
Nú er Filmsfelagið endurstovnað í samráð við táverandi nevnd undir sama heiti og tí einfalda endamáli at vísa listaliga viðkomandi filmar í Havnar Bio. Filmarnir verða sýndir mikudagar.
Skráin hjá Filmsfelagnum verður kunngjørd í góðari tíð á Facebooksíðuni hjá felagnum, og á hesi heimasíðu, eins og galdandi er fyri allar aðrar filmar í Havnar Bio.
Fylg Facebooksíðuni hjá Filmsfelagnum, har tey leggja tilfarð út um filmarnar: Filmsfelagið Facebook Síða
Sýningarnar eru almennar og krevja ikki limaskap.
Vælkomin í Filmsfelagið!
Komandi filmar hjá Filmsfelagnum
Father Mother Sister Brother
Filmsfelagið: Mikukvøldið 08. apríl kl. 20:00
Birita
Filmsfelagið: Mikukvøldið 15. apríl kl. 20.00
Í Havn er ein bólkur av sjónleikarum, sum fer at seta klassiska leikin “King Lear” eftir William Shakespeare á pall. Samstundis er ætlanin at fagna høvuðsleikaranum, Biritu Mohr, ið hevur Alzheimers. Filmaði leikurin gerst nemandi og djúpt persónligur, ikki minst tí, at leikstjórin er Búi Egason Dam, sonur Biritu.
Við hesum heimildarfilmi er Búi drivin av sannføringini um, at hóast mamman hevur mist førleikan at tosa, so leingist henni at sleppa aftur á staðin, sum fyri ein stóran part hevur definerað hennara professionella lív, sjónleikarapallin, ið nú verður varpaður upp á filmsløriftið.
Sum leikstjóri skal Búi stríðast fyri at rættvísgera treytirnar kring verkætlanina, meðan pápin, Egi Dam, ið nú er pensjoneraður leikstjóri, roynir at skapa javnvág ímillum umsorgan og egnan trivnað.
Mitt í øllum hesum merkisverda fyritaksemi verður káta nærveran hjá Biritu ein kærkomnin lættleiki í tilgongdini, so filmsgerðin fær djúpa ávirkan á øll, ið eru við. Nýggi føroysku heimildarfilmurin, “Birita”, er ein filmur, sum fer beint í hjartað og verður har.
Affektionsværdi
Filmsfelagið: Mikukvøldið 22. apríl kl. 20:00
Vit fylgja systrunum Nora (Renate Reinsve) og Agnes (Inga Ibsdotter Lilleaas), ið møta pápanum Gustav (Stellan Skarsgård), sum fyrr var víðagitin leikstjóri, ið nú droymir um at gera vart við seg aftur.
Hann bjóðar Noru høvuðsleiklutin í nýggja filminum, men hon ivast, og tí fer tilboðið um høvuðsleiklutin til eina unga Hollywoodstjørnu (Elle Fanning).
Og so er, við teim bestu leikaraavrikunum, sett gongd á filmiska kjakið í familjuni.
Joachim Trier stílar fyri við eini tølandi hond, sum er heit og skemtiliga nærverandi, tí vælskrivaða søgan setir sær eisini fyri at dystast við stórar spurningar sum ambitiónir, kærleika og fyrigeving. Og sum í hinum undanfarnu filmunum er norski høvuðsstaðurin, Oslo, mest sum ein leikari í sjálvum sær.
Michael
Filmsfelagið: Mikukvøldið 29. apríl kl. 20:00
Ilden, Vandet, Jorden, Luften
Filmsfelagið: Mikukvøldið 06. mai kl. 20:00
sambandi við Umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar Kommunu, sýnir Filmsfelagið í ár "Eldurin, Vatnið, Jørðin, Luftin". Rógvi Rasmussen, stjórnar føroyska partinum, meðan Jón Hammer, sum Filmsfelagið heiðraði við ársins Andøvsfiski, er framleiðari.
Føroyska umhvørvissøgan leggur seg afturat hinum trimum norðurlendsku, so vit fáa fýra søgur um náttúrbroytingar í okkara parti av heiminum, har tað ikki altíð er nóg mikið at ringja eftir brandbili ella at leggja sandsekkir.
Skógareldar breiða seg, havið fløðir, ódnir verða ógvusligari og landsløg broytast. Veðurlangsbroytingar eru ikki longur fjar fyrbrigdi, ið bara raka fremmand lond, men eru her beint hjá okkum í Norðurlondum. Náttúran gevur okkum greið tekin. Spurningurin er, um - og hvussu - vit lurta.
Heimildarfilmurin "Eldurin, Vatnið, Jørðin, Luftin" er eins og "Birita" við í kappingini um besta norðurlendska heimildarfilm á filmstevnuni NORDIC:DOX, har eisini Geytavinnarin "Mammuskepilsið" verður sýndur.
Franz
Filmsfelagið: Mikukvøldið 13. mai kl. 20:00
Franz er nýggjur søguligur stórfilmur, sum pólska og Oscartilnevnda Agnieszka Holland hevur gjørt um víðagitna rithøvundin Franz Kafka (1883-1924).
Filmurin lýsir gátuføra lívið hjá Kafka, frá ungdómsárunum í Prag til hann doyr í 1924. Í staðin fyri at vera ein vanlig ævisøgulig lýsing, er filmurin "Franz" settur upp í kaleidoskopiskum brotamyndum úr dreymum, brøvum, brotum úr hansara tekstum og søguligum hendingum.
Vit uppliva, hvussu Kafka fatar kravmikla pápan, hvussu hann keðir seg til arbeiðis í einum tryggingarfelagi og hvussu hann heldur vil sleppa at skriva og greiða frá um tær innanstu kenslur. Til endans fáa vit ikki eitt liðugt og eintýðugt svar, men í størri mun eina lýsing av rithøvundinum, sum aldri fann rætta plássið, men heldur gav okkum ein algildan spegil at skoða longsul, angist og skapan í.
Skipanin í filminum og visuelli stílurin er skaldaborin og eksperimenterandi. Blandað verður við surrealistiskum brotum, ímyndum og løtum, sum seta sær fyri at lýsa innara menniskjað Kafka, við denti á angist og skapanarevni.
Agnieszka Holland (f. 1948) er ein av stóru evropeisku leikstjórunum. Hon er fødd í Warszawa og útbúgvin á kenda filmskúlanum FAMU í Prag. Hon kom fram í sonevndu moralistisku filmsbylgjuni í Pólandi í sjeyti- og áttatiárunum, har hon viðgjørdi etiskar tvístøður, sárbæru menniskjuna og at vera undir politiskum trýsti.
Við filminum "Franz" heldur hon fram við at lýsa samansettu og marinaliseraðu menniskjuna, og evropeisku mentanarfatanina, ið hon lýsir á poetiskan, realistiskan og intellektuellan hátt.
Doktor Glass
Filmsfelagið: Mikukvøldið 20. mai kl. 20:00
Psykologiski spenningsfilmurin "Doktor Glas" er ein nýtulking av klassisku skaldsøguni hjá Hjalmar Söderberg frá 1905, við fleiri norðurlendskum stjørnuskotum, teirra millum Nikolai, greiva av Monzepat, sum fyrstu ferð sæst á filmi.
Gabriel Glas er ungur einsamur lækni, ið heldur hánt um allar tær grunnu fyrimyndir og tankar, ið eru frammi í dagsins samfelag, men samstundis leingist eftir, at verða partur av nøkrum størri enn tí gerandisliga.
Tá mótasniðgevin, Helga Gregorius, kemur í læknaviðtaluna, broytist alt í lívinum hjá Glas lækna. Handan perfektu fasaduna hjá Helgu, fjalir seg eitt trupult hjúnarlag saman við virðirslønta høvundinum Patrik Gregorius.
Skjótt verða tey tvunnin saman í eina fløkju av lygnum, greði og makt, har moralsk mørka verða flutt og hvørva.
Í høvuðsleiklutinum síggja vit svenska Isac Calmroth, sum var við í norska filminum "Den stygge stedsøster", vit vístu í fjør. Saman við honum síggja vit norsku Thea Sofie Loch Næss úr sama filmi, og svenska Christian Fandango, ið er kendur úr røðini "Ondskan" frá 2023.
Nikolai, greivi, er við í einum lítlum leikluti, og leikstjóri er Erik Leijonborg (f.1969), sum hevur gjørt fleiri sjónvarpsrøðir, so sum "Ondskan", "King & Conqueror" og "The Last Kingdom".
Kirsten Brix týddi upprunasøguna úr svenskum til føroyskt, "Glas lækni", sum forlagið Náttsólin gav út í 1994. Í bókaumrøðuni sigur Landsbókasavnið: "Um Glas lækna, sum síðst í 19. øld velur at hjálpa einum kvinnuligum sjúklingi at sleppa av við sín ódámliga og krevjandi mann".