Filmsfelagið
Hvønn mikudag sýnir Havnar Bio, undir heitinum Filmsfelagið, nýggjar filmar, sum eru listaliga áhugaverdir, men tó ofta ókendir. Úti í heimi verður hetta slagið av filmum onkuntíð nevnt arthouse filmur.
Sjálvandi er ymiskt, hvat ein biografgangari og ein annar halda verða listaliga áhugavert og viðkomandi, men Havnar Bio roynir, við átakinum Filmsfelagið, við eini miðsøkjandi leið, sum annan vegin savnar áskoðarar og hin vegin gevur atgongd til film, sum ikki verður settur á vanligu skránna.
Havnar Bio heitti á Birgir Kruse, sum var formaður í gamla Filmsfelagnum, og Ole Wich, sum var nevndarlimur, at sleppa at brúka heitið og at velja filmar við ráðgeving frá filmsáhugaðum. Upprunaliga felagið varð stovnað í okkara hølum, Havnar Bio, í 1962 undir navninum Filmslistafelagið. Hetta felagið sovnaði í 1975. Í 1984 varð felagið endurstovnað sum Filmsfelagið og helt sær til 1992, oftast við sýningum í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum. Tey, ið stjórna Filmsfelagið í dag eru: Birgir Kruse, Ole Wich, Rannvá Jónsdóttir og Jana Mortensen
Nú er Filmsfelagið endurstovnað í samráð við táverandi nevnd undir sama heiti og tí einfalda endamáli at vísa listaliga viðkomandi filmar í Havnar Bio. Filmarnir verða sýndir mikudagar.
Skráin hjá Filmsfelagnum verður kunngjørd í góðari tíð á Facebooksíðuni hjá felagnum, og á hesi heimasíðu, eins og galdandi er fyri allar aðrar filmar í Havnar Bio.
Fylg Facebooksíðuni hjá Filmsfelagnum, har tey leggja tilfarð út um filmarnar: Filmsfelagið Facebook Síða
Sýningarnar eru almennar og krevja ikki limaskap.
Vælkomin í Filmsfelagið!
Bonnard. Pierre & Marthe
FILMSFELAGIÐ: MIKUKVØLDIÐ 15. Mai Kl. 20:00
STELLA. ET LIV
Filmsfelagið: Mikukvøldið 22. Mai kl. 20:00
Unga jødiska Stella er høvuðspersónurin í týska filminum, sum byggir á veruligar hendingar, og fer fram í Berlin meðan nazistarnir hava ræði. Vit fylgja ljóshærdu Stellu, ið droymir um at syngja jazz og standa á palli. Tá tilveran bráddliga vendist í februar 1943, noyðast hon og húskið at fara undir heilt. Kortini kemur hon í klørnar á Gestapo og deyðsmerkta søgan um hina vøkru Stellu Goldschlag (1922-1994) byrjar. Týski leikstjórin, Kilian Riedhof (f.1971), sigur, at filmurin ”Stella. Eitt lív” er um skuld, og hvussu langt tú vilt fara, at koma undan við lívinum, so tú kanst halda fram við tí, tú hevur sett tær fyri, uttan at kenna ábyrgd fyri tínum gerðum. Virðislønta Paula Beer, sum spældi kópakonan í Undine, hevur høvuðsleikltin sum Stella, ið bar nøvnini Stella Kübler-Isaaksohn og Ingrid Gärtner. Eftir píning og lyfti um at bjarga foreldrunum, verður Stella ein smettari, Denunziantin, hjá Gestapo. Undir heitinum ”Greiferin” í Berlin sigur hon nazistunum frá um jødar, sum liva fjaldir í býnum. Jerusalem Post vil í greinini "The poisonous blonde of Berlin: The controversial Stella Goldschlag story” (2017) vera við, at Stella hevur givið í minsta lagi 600 og kanska so nógv sum 3000 fólk upp í hendurnar á Gestapo, tí tey vóru jødar. Eftir kríggið vendir hon við og gerst kristin, men sigur seg samstundis verða játtandi antisemittur. Helst av egnum vilja druknar hon 72 ára gomul í 1994. Ljósasti partur í søguni um týsu Stellu er at dótturin gerst sjúkrasystir og fer til Ísrael at virka.
Inshallah ein drongur
Filmsfelagið: Mikukvøldið 29. Mai kl. 20:00
Jordanski filmurin, ið vann tvær virðislønir í Cannes og varð almenna Oscaruppskotið, sigur okkum spennandi harmasøguna um eina braneggjaða kvinnu, sum av øllum alvi stríðist fyri dóttrini og sær sjálvari í einum samfelag, ið er skapt av monnum og bara er fyri menn. Umframt at dragast við sorgina, tá maðurin bráddliga doyr, noyðist einkjan, Nawal (Mouna Hawa), at stríðast móti jordanskum arvarætti. Hon skal rinda skuldina hjá manninum, og kann missa bæði hús, hon sjálv hevur goldið, og allan arv. Tí uttan ein son, og arving av kallkyni, fella húsini til svágin, ið samstundis fær rættin yvir dóttrini, Noru. Ørkymlað og í villareiði finnur Nawal uppá at siga í rættinum, at hon er uppá vegin. Vónin um, at tað er ein drongur, skal vinna henni tíð at berjast móti patriarkalska rættarsamfelagnum í Jordan. Eitt tilætlað væl, sum kastar hana út í ein óforútsigiligan dyst móti løgskipanini, nú hon sjálv hevur tikið lagnuna í egnar hendur. Tí er heitið á filminum Inshallah ein drongur, um Gud vil, ein drongur. Heimsins elsta filmstíðarrit, Variety, skrivar um nýggja jordanska filmin: ”A gripping social drama about systemic oppression that morphs into a masterful thriller”. Screen Inernational skrivar: ”A refreshing take on complex family dynamics. Mouna Hawa’s sincere and gutsy performance will win audience favour”.
Reyður himmal
Filmsfelagið: Mikukvøldið 5. Juni 2024 kl. 20:00
Eftir sagnarkenda filmin um kópakonuna í Berlin, Undine, er týski meistarin, Christian Petzold, frammi við Roter Himmel. Tá Leon og Felix (Thomas Schubert og Langston Uibel) koma til vøkru summarhúsini við týsku strondina í Eystrasalti, er ætlanin, at Leon skal halda fram at skriva aðru bókina, og Felix skal fyrireika seg at sleppa inn á Listaháskúlan. Men hin lívliga vertinnan, Nadja (Paula Beer), órógvar alt arbeiðið, ikki minst tá um kærleikan ræður. Men bráddliga verður himmalin upplýstur av skógareldi, ið náðileyst tekur seg fram eftir sólsvidna lendinum, og etur seg nærri og nærri vinfólkunum, sum eru í summarhúsinum við strondina. Nýggjasti filmurin, eitt karakterdrama, hjá fremsta týska leikstjóranum, fekk Silvurbjørnina í Berlin. Ummælarar siga eisini, at hetta er stuttligasti filmur hjá Petzold.