Filmsfelagið

Hvønn mikudag sýnir Havnar Bio, undir heitinum Filmsfelagið, nýggjar filmar, sum eru listaliga áhugaverdir, men tó ofta ókendir. Úti í heimi verður hetta slagið av filmum onkuntíð nevnt arthouse filmur.

Sjálvandi er ymiskt, hvat ein biografgangari og ein annar halda verða listaliga áhugavert og viðkomandi, men Havnar Bio roynir, við átakinum Filmsfelagið, við eini miðsøkjandi leið, sum annan vegin savnar áskoðarar og hin vegin gevur atgongd til film, sum ikki verður settur á vanligu skránna.

Havnar Bio heitti á Birgir Kruse, sum var formaður í gamla Filmsfelagnum, og Ole Wich, sum var nevndarlimur, at sleppa at brúka heitið og at velja filmar við ráðgeving frá filmsáhugaðum. Upprunaliga felagið varð stovnað í okkara hølum, Havnar Bio, í 1962 undir navninum Filmslistafelagið. Hetta felagið sovnaði í 1975. Í 1984 varð felagið endurstovnað sum Filmsfelagið og helt sær til 1992, oftast við sýningum í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum. Tey, ið stjórna Filmsfelagið í dag eru: Birgir Kruse, Ole Wich, Rannvá Jónsdóttir og Jana Mortensen

Nú er Filmsfelagið endurstovnað í samráð við táverandi nevnd undir sama heiti og tí einfalda endamáli at vísa listaliga viðkomandi filmar í Havnar Bio. Filmarnir verða sýndir mikudagar.

Skráin hjá Filmsfelagnum verður kunngjørd í góðari tíð á Facebooksíðuni hjá felagnum, og á hesi heimasíðu, eins og galdandi er fyri allar aðrar filmar í Havnar Bio. 

Fylg Facebooksíðuni hjá Filmsfelagnum, har tey leggja tilfarð út um filmarnarFilmsfelagið Facebook Síða

Sýningarnar eru almennar og krevja ikki limaskap.

Vælkomin í Filmsfelagið!

Komandi filmar hjá Filmsfelagnum

HJEM

Filmsfelagið: Mikukvøldið 10. juni  kl. 20:00

Seinasti filmur í Filmsfelagnum fyri summarsteðgin er fyrsti filmur, sum sjónleikarin Marijana Jankovic (f.1982), stjórnar. Hon var seks ára gomul, tá húskið flutti úr Montenegro til Danmarkar. Filmurin tekur við í 1991 tá stríð er á Balkan og alt dettur sundur. Vónleysa støðan ger, at seks ára gamla Maja fer við foreldrunum til Danmarkar, meðan teir báðir beiggjarnir eru eftir, men skjótt skulu verða aftur saman við teimum. Men lovaða landið, Danmark, er ein avbjóðing hjá tilflytarunum, og serliga Maju, sum undrandi eygleiðir foreldrini, tá tey í einum og øllum laga seg til atferð og siðir í nýggja landinum. Meðan mamman og pápin stríðast, og mugu sanna at nýggja landið er ikki eitt ævintýraland, kemur Maja skjótt eftir fremmanda danska málinum, og verður vaksnamannaálitið hjá foreldrunum. Nógv ár seinni er hon kend listakvinna í Danmark. Men undir listaligu eydnuni er ein syndran av gleðiskensluni, sum fer frá gleði til sorg og aftur til takksemi fyri nýggja lívið, hon hevur fingið, og tað strev, foreldrini hava tikið á seg, so hon sjálv kundi fáa eitt sorgleyst lív - men alt hevur ein prís. Leikarar eru Dejan Cukic, Jesper Christensen, Claes Bang, Zlatko Burić, Jesper Christensen, Nada Sargin og Trine Dyrholm.

De forbandede år 3

Filmsfelagið: Mikukvøldið 02. september kl. 20:00

Árið er 1945 og kríggið er av. Danmark er frítt, men syndrað. Heima hjá Karl og Evu Skov er nógv broytt hesi árini. Hjúnarlagið ridlar og Eva ger av at fara frá manninum. Uppgerðin og beiska stríðið móti Karl og teimum, ið arbeiddu saman við týsku nazistunum, stendur fyri framman. Aksel og viðhaldsmennirnir úr mótstøðurørsluni eru í villareiði, tá teir síggja, hvussu landið verður endurreist, uttan at dreymur teirra um eitt nýtt og betri Danmark tykist ganga út. Systkinini hjá Aksel, Valdemar, Helena og Britta, ið er einkjan eftir Knút, møtast og gróðurseta ein nýggjan familjudreym. "De Forbandede år - Fredens pris", er triði og seinasti partur í filmsrøðini hjá Anders Refn, har hann lýsir djúpu sporini, sum kríggið gróv og setti í donsku søguni. Ein hendingarík og nemandi søga um eina tjóð og eitt húski, sum eftir ræðuleikarnar vilja koma til sættis.

Innocence

Filmsfelagið: Mikukvøldið 23. september kl. 20:00
Í kjalarvørrinum á hendingunum í Ísrael, Gaza og grannaøkjunum, vísir Filmsfelagið ísraelska heimildarfilmin ”Innocence”, sum ísraelski Guy Davidi hevur leikstjórnað. Hann er í Føroyum og fer at innleiða filmin.
Í 2013 vórðu hann og palestinski Emad Burnat Oscartilnevndir fyri filmin ”5 Broken Cameras”. Tað er fyrstu ferð at ein palestini er tilnevndur eina Oscarvirðisløn. Fyri filmin vunnu teir báðir leikstjóravirðislønina á Sundance Film Festival og Emmy virðislønina.
Guy Davidi er føddur í Jaffa í 1978 og vaks upp í Holon og Kfar Saba. Nýggja filmin ”Innocence” hevur danska Sigrid Dyekjær framleitt, eins og hon gjørdi í førinum ”The Cave”, sum Filmsfelagið vísti í 2020. Filmurin spyr, nær einoygd propaganda verður til staðfestan sannleika? Og hvør rindar kostnaðin?
Við støði í ísraelsku hernaðarskylduni viðger Guy Davidi tey tjóðskaparligu uppáhald, sum vit oftast hoyra í miðlum og politikki.
Úrslitið er ein hugtakandi lýsing av teim ungu, ið doyggja alt ov tíðliga, og ein sannførandi greining av teim mongu maskum, ið propaganda hevur og kann fáa. Í ísraelska herinum er hernaðarskyldan hjá monnum trý ár og knøpp tvey ár hjá kvinnum. Øll skulu í herin. Tí er umráðandi, at ikki bara tey ungu, men eisini næstrafólk teirra taka undir við krevjandi venjingunum. Men øll eru ikki samd um hesi viðurskifti.
”Innocence” er ognaður teim ungu, sum eftir slítandi kropsligu og sálarligu venjingarnar ikki bóru boð í bý. Frá reklamufilmum hjá herinum til tjóðarbyggjandi hetjusøgur, sum húski fortelja við døgurðaborðið.
Kendi danski filmsummælarin, Per Juul Carlsen, gav filminum fimm stjørnur í Kristeligt Dagblad og skrivaði, at ”Innocence” er ein serstakliga harðrendur krígsfilmur, men við lægstu ljóðstyrki. Júst tí er hann so sannførandi.