Fyrraparts Bio

Sum nakað nýtt fara vit at hava sýningar fyrrapart annaðhvønn mikudag.

Um tú gongur heima, hevur skiftandi arbeiðistíðir, ert pensjoneraður ella okkurt heilt annað, hava vit nú ein møguleika til tín. 

Kom í biograf fyrrapart, og vit bjóða ÓKEYPIS kaffi, ella annan heitan drykk, og okkurt søtt afturvið. 

Vit vísa tann filmin, ið var best dámdur vikuna áðrenn.