Filmsfelagið

Hvønn mikudag sýnir Havnar Bio, undir heitinum Filmsfelagið, nýggjar filmar, sum eru listaliga áhugaverdir, men tó ofta ókendir. Úti í heimi verður hetta slagið av filmum onkuntíð nevnt arthouse filmur.

Sjálvandi er ymiskt, hvat ein biografgangari og ein annar halda verða listaliga áhugavert og viðkomandi, men Havnar Bio roynir, við átakinum Filmsfelagið, við eini miðsøkjandi leið, sum annan vegin savnar áskoðarar og hin vegin gevur atgongd til film, sum ikki verður settur á vanligu skránna.

Havnar Bio heitti á Birgir Kruse, sum var formaður í gamla Filmsfelagnum, og Ole Wich, sum var nevndarlimur, at sleppa at brúka heitið og at velja filmar við ráðgeving frá filmsáhugaðum. Upprunaliga felagið varð stovnað í okkara hølum, Havnar Bio, í 1962 undir navninum Filmslistafelagið. Hetta felagið sovnaði í 1975. Í 1984 varð felagið endurstovnað sum Filmsfelagið og helt sær til 1992, oftast við sýningum í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum. Tey, ið stjórna Filmsfelagið í dag eru: Birgir Kruse, Ole Wich, Rannvá Jónsdóttir og Jana Mortensen

Nú er Filmsfelagið endurstovnað í samráð við táverandi nevnd undir sama heiti og tí einfalda endamáli at vísa listaliga viðkomandi filmar í Havnar Bio. Filmarnir verða sýndir mikudagar.

Skráin hjá Filmsfelagnum verður kunngjørd í góðari tíð á Facebooksíðuni hjá felagnum, og á hesi heimasíðu, eins og galdandi er fyri allar aðrar filmar í Havnar Bio. 

Fylg Facebooksíðuni hjá Filmsfelagnum, har tey leggja tilfarð út um filmarnarFilmsfelagið Facebook Síða

Sýningarnar eru almennar og krevja ikki limaskap.

Vælkomin í Filmsfelagið!

Komandi filmar hjá Filmsfelagnum

Páfuglurin

Filmsfelagið: Mikukvøldið 08. oktober kl. 20.00

Hetta er fyrsti filmur hjá eysturríkska Bernhard Wenger (f.1972). Frumsýningin var í høvuðskappingini í Venezia í fjør. ”Páfuglurin” er ein absurd komedia, ið fylgir manninum, ið tú kanst leiga sum vin og fylgisvein til øll høvi og endamál. Bernhard Wenger hevur sjálvur skrivað handritið, har hann, eins og grikski Yorgos Lanthimos, argar biografgangaran, har tað komiska rennir saman við samfelagsligum atfinningarsemi. Matthias (Albrecht Schuch), ið er um tey fjøruti, arbeiðir fyri tænastuna My Companion. Innan nøkurlunda sømulig mørk hevur hann lagt seg eftir at verða til vildar og altíð veita eina nøktandi tænastu, har viðskiftafólkið er í fokus. Hann kann verða hin lítaleysi sonurin á 60 ára føðingardegnum hjá pápanum, hann kann verða pápi og flogskipari, tá foreldradagur er í skúlanum hjá soninum, hann kann verða mentanarliga áhugaverdi sjeikurin í eini veitslu, ella bara lurta og vegleiða, hvat gerst, tá maðurin í parlagnum er vónleyst ómøguligur. Hvørjum tú hevur tørv á, so er Matthias altíð hin rætti. Hjartansfegin er hann, tá góð ummæli eru á heimasíðuni hjá My Companion. Næstrafólk og øll hini koma í aðru røð. Sum frá líður fer hin hampuligi Matthias at ivast í egnum viðurskiftum, og tænastuveitingarnar ganga ikki altíð eftir vild. Sum sagt verður á týskum, kemur eitt ”aber dabei” nú upp í leikin.

Øll elska Touda

Filmsfelagið: Mikukvøldið 15. oktober kl. 20:00

Touda (Nisrin Erradi) er ein Sheikha, ein siðbundin marokkansk sangarinna, sum tignarliga syngur fyri monnum á barrum, har hon er uppvaksin. Í loyndum hevur hon ætlanir at rýma til Casablanca, ikki bara fyri at verða kend sum sangarinna, men eisini fyri sonin. At vakra og frígjørda sangarinnan, Touda, syngur á barr og gerst vælumtókt, hóvar ikki øllum í heimbygdini. Kortini droymir hon um at gerast aita-sangarinna og sum Sheikha náa hægstu tindum, og samstundis hjálpa soninum, ið hevur trupulleikar við hoyrnini. Tí flytir hon til stórbýin Casablanca, har allir pallar og listarligu sangdyrnar standa víðopnar. Tástani fer persónligi dreymurin um frælsi og listarligt virksemi at standa sína roynd. Tað er fleirfalt virðislønti marokkanski leikstjórin, Nabil Ayouch (f.1969), sum býr í Casablanca, ið hevur gjørt henda filmin, eins og Bláa kappan, sum belgiska Virginie Surdej fotograferaði. Hon er kend í Føroyum, tí hon er fastur fotografur hjá Sakaris Stórá.

Heyst í Bourgogne

Filmsfelagið: Mikukvøldið 22. oktober kl. 20:00
Hvør skuldi trúð tíð, at kendasti og ídnasti franski filmsleikstjóri, François Ozon (f.1967), eltir ta slóð, ið spanski Almodóvar hevur lagt í evropeiskari filmslist. Michelle, a retiree in Burgundy, expects her grandson Lucas but a mistake ruins her plans. Her friend Marie-Claude's son is released from prison, reviving Michelle's purpose. Aldrandi Michelle tekur sær av løttum á bygd í Bourgogne, har vinkonan Marie-Clade eisini býr. Tá dóttirin, Valérie, sum býr í París, kemur á gátt við soninum Lucas, semjast tær um, at hann skal vera her hjá ommuni, nú skúlarnir í stórbýnum halda frí. Tá hendir tað, at Michelle borðreiðir við eitrandi soppum afturvið matinum. Valérie ernast skjótt, men torir ikki at lata sonin verða eftir hjá ommuni. Michelle kennir seg bæði seka og einsama. Men so verður fongslagði sonur vinkonuna, Marie-Claude, latin leysur.

All We Imagine as Light

Filmsfelagið: Mikukvøldið 29. oktober 2025 kl. 20:00

Indiski filmurin ”All We Imagine as Light” vann dómsnevndarvirðislønina í Cannes og hevur síðan gingið sigurðsgongd við bestu ummælum um allan heim. Millum annað varð hann kosin ársins besti í ársyvirlitinum hjá Sight & Sound og fær 93 stig av 100 møguligum á IMDB. Kvinnuligi leikstjórin, Payal Kapadia, er fødd í Mumbai í 1986. Í filminum fylgja vit sjúkrarøktarfrøðingunum, Prabha og Anu, sum búgva saman í Mumbai. Prabha er gift, men hevur einki samband við mannin, sum býr í útlondum. Anu er yngri og droymir um muslimska mannin, hon er forelska í. Sjálv er hon hindu eins og alt húski hennara. Prabha er ikki fegin um standin, men tá ein fríggjari vekir væl fjalda hugin eftir nærleika, broytist alt. Eisini hennara meting av Anu. Tær fara úr larmandi stórbýnum og finna eina friðarliga strond, har tær fáa greitt tær truplu kenslurnar. Ummælarar eru samdir um, at við sjáldsama hugtakandi myndabrúki hevur tað eydnast Payal Kapadia at samantvinna gerandismyndir við dreymar í einum av bestu biograffilmum í langa tíð.

Blücher - natten til den niende

Filmsfelagið: Mikukvøldið 05. november Kl. 20:00

Við støði í navninum á einum týskum krússara, er Blücher spennandi søgan um eina lagnustund í norsku søguni - og um ein djarvan mann, tá landið verður rakt av kríggi og herseting. Náttina fyri 9. apríl í 1940 er obersturin Birger Eriksen (Bjørn Sundquist) í villareiði. Fleiri fremmandi skip eru sædd í tjúkku tokuni í Oslofjørðinum. Eingin veit, hvaðani skipini koma, ella havagar tey fara. Skal hann leypa á ella ikki? Einsamallur er Eriksen, oberstur, noyddur at velja. Fer hann skeivur, fær tað vanlukkuligar fylgjur, ikki bara fyri oberstin sjálvan og allar hermenninar, men eisini dóttrina, Borghild, sum býr og arbeiðir saman við honum á skansanum Oscarsborg í Drøbaksundinum. Blücher sigur okkum spennandi søguna um týska krússaran, og hvussu hann varð søktur. Samstundis fylgja vit søguni um Eriksen og tær ákærur, hann fekk móti sær eftir kríggið. Leikstjóri er Daniel Fahre, som fyrr hevur gjørt sjónvarpsrøðina ”Rådebank” og heimildarfilmarnar ”Marcus & Martinus - Sammen om drømmen” og ”Born2Drive”. Handritið er eftir Axel Hellstenius, sum fyrr hevur skrivað ”Døden på Oslo S” og ”Elling”, og Melike Leblebicioğlu Kaveh, ið fyrr hevur skriva ”Rebound”, ”Grenseland” og ”Norsk-ish”. Hyggja vit í norsk filmsummæli, sæst, at NRK sigur at ”Bjørn Sundquist er strålende”, Kinomagasinet, sum sigur at ”Blücher overrasker ved å ta en kjent historisk hendelse og gjør den om til en nervepirrende og menneskelig krigsfilm". Cinema sigur, at filmurin er ”Et nervepirrende, sterkt og modent historisk drama”. Filmmagasinet sigur at filmurin ”Gir seeren en følelse av historisk nærvær”.

Small things like these

Filmsfelagið: Mikukvøldið 12. november kl. 20:00

Oscarvinnarin, Cillian Murphy, ið vit sóu í stórbæra filminum ”Oppenheimer”, er framúr høvuðsleikarin í hesi hjartanemandi og sterku søguni um næstrakærleika, dirvi og ábyrgd, ið byggir á samnevndu metsølubókina hjá Claire Keegan, sum eisini skrivaði ”The Quiet Girl”. Vit eru í Írlandi í fýrsunum. Cillian Murphy er pápin, Bill Furlong, sum meðan hann selur kol, at breyðføða familjuna, rakar við skakandi loynidómar, sum kirkjan vil gera alt fyri at dylja. Bill sær, at ungar ógiftar gentur, sum eru vorðnar við barn, verða hildnar fjaldar og innilæstar móti teirra vilja. Fortíðin rennur upp fyri Bill, og við fimm døtrum at forsyrgja, fløkir hann seg inn í eina krevjandi morlalska tvístøðu. Loynidómarnir í lítla býnum, har katólska kirkjan hevur alt ræðið, lata hann ikki støðast við eina stiltigandi játtan um at alt er í lagi. Han verður noyddur at gera upp við egna fortíð. ”Small things like these” viðger ein døkkan kapitil í írsku katólsku kirkjuni, og minnir okkum á, at gamlar syndir aldri eru langt burturi. Filmurin varð frumsýndur á altjóða filmstevnuni í Berlin, har Emily Watson, vit kenna frá meistaraverkinum hjá Lars von Trier, ”Breaking the Waves”, vann virðislønina fyri besta hjá leiklut.

Eagles of the Republic

Filmsfelagið: Mikukvøldið 19. november Kl. 20:00

Best umtókti sjónleikari í Egyptalandi, George Fahmy (Fares Fares), verður noyddur at spæla við í einum filmi, sum landsins hægstu myndugleikar hava bílagt. Hann sær ongan annan útveg, enn at taka við leiklutinum og spæla við í propagandafilminum, sum náðileyst setur hann í innringin í landsins kjarnumakt. Sum ein firvaldur á nátt verður hann drigin, ikki bara at hitandi bjarta eldinum, men eisini at hini tølandi vøkru konuni hjá herovastanum, ið nágreiniliga hevur øll viðurskifti í filmsframleiðsluni um hendi. “Eagles of the Republic” er triði filmur í arabiskt mæltu Cairo røðini hjá svenska Tarik Saleh. Fyrru filmarnir eru “The Nile Hilton Incident” (2017) og “Boy from Heaven” (2022), sum Filmsfelagið vísti. Hesin triði og nýggi filmurin varð frumsýndur í høvuðskappingini um Gylta Pálman, Palme d’Or, á stevnuni í Cannes í ár. Samstundis varð filmurin valdur sum svenskt umboð í Oscarkappingini um besta altjóða film, Best International Feature Film.

Herkules falder

Filmsfelagið: Mikukvøldið 26. november  kl. 20:00

Eingin friður er á danska hermanninum, Youssef, sum nú er heima, men í mong ár hevur verið á fleiri hermótum. Kríggið hevur myndað hann. Heima í Danmark stríðst hann við gerandis tilveruna sum sivilur borgari og pápi. Men eftir eina skakandi hending í heiminum, verður Youssef noyddur at fara frá familjuni og út á oydnu oynna Strynø, at møta øðrum fyrrverandi hermonnum og koma til sín sjálvs í abyrgdu náttúruni. Tá ein av gomlu vinmonnunum frá krígnum bráddliga kemur og blandar seg uppí, er Youssef um at verða drigin inn í krígsins døkku ræðuleikar aftur. Hann má taka støðu, um hann vil fara aftur krígsins kaotiska veruleika, sum hann kennir so væl, ella um hann vil finna styrkina, aftur at verða pápi. Medvirkandi leikarar eru Dar Salim, Christine Gjerulff og Thomas Abrigo.

Nürnberg

 

Filmsfelagið: Mikukvøldið 3. desember  kl. 20:00

Í kjalarvørrinum á øðrum heimsbardaga fær amerikanski sálarsjúkulæknin, Douglas Kelley (Rami Malek), litið upp í hendi at meta um mentalu støðuna hjá Hermann Göring (Russell Crowe) og øðrum nasistaleiðarum, sum vóru í fremstu røð hjá Hitler. Samstundis taka tey sameindu lógvatak, at skapa Nürberg-dómstólin, til tess at gera endaliga upp við Triðja Ríkið. Meðan viðurskiftini ganga sína gongd í rættarsalinum, tekur ein hólmgonga seg upp millum Kelley og Göring. Stríðið og orðadrátturin teirra millum verður ein avgerandi bardagi, sum við orðum avdúkar og leggur á blik óunniliga sannleikan, hvussu heilt vanligir menn verða valdir at gera ikki bara ilt, men óndastu og ræðuligastu gerðir í skjalprógvaðari søgu.

Springsteen: Deliver me from nowhere

Filmsfelagið: Mikukvøldið 10. desember  kl. 20:00

Jólafilmurin í Filmsfelagnum er um Bruce Springsteen. Jeremy Allen White (f.1991) er The Boss í nýggja filminum, sum byggir á bókina hjá Warren Zane “Deliver Me from Nowhere: The Making of Bruce Springsteen's Nebraska” (2023). Zane er bæði tónleikari og hevur skrivað hópin av bókum um rocktónleik, m.a. um Tom Petty og Dusty Springfield. Í filminum fylgja vit Bruce Springsteen, tá hann í 1982 ger plátuna “Nebraska”, sum kom fram, meðan Bruce spældi inn “Born in the USA” saman við the E Street Band. Leikstjórin Scott Cooper (f.1970) hevur fyrr gjørt meistarliga filmin, “Crazy Heart” (2009), har Jeff Bridges er ein countrystjørna, ið hevur sæð betri dagar, “Hostiles” (2017) og “The Pale Blue Eye” (2022).