#

Disco (FO)

At síggja til er alt perfekt hjá 19 ára gomlu Mirjam, sum er fosturdóttir karsimatiska pastorin í fríkirkjuni Friheten. Vakra Mirjam er stoltleiki kirkjunnar og hon leiðir ungdómin í kirkjuni. Men hon vil eisini verja heimsmeistaraheitið í freestyle disco dansi. Undir kappingin gongur galið og hon smellir í gólvið. Mirjam tekur ósigurin nær, órógv kemur á hana og hon fer at grunda yvir, hvat tað var, sum hendi. Heima verður sagt, at hon má styrkja seg í trúnni, trúgva meir og trúgva betri og rættari. Mirjam roynir, men kroppurin svíkir. Hon leitar eftir einum svari á, hvaðani trupuleikarnir munnu stava, og fer at kenna á sær, at eingin sær hana. Tí letur hon seg draga at einari enn strangari og konservativari meinigheit. Í loyndum fer hon á summarlegu hjá teimum. Í filminum DISCO verða nútímans fríkirkju-meinigheitir lýstar á ein autentiskan hátt, sum ikki er sæddur á filmi áður. Í framúr væleydnaða høvuðsleiklutinum sum Mirjam sleppir Josefine Frida fyrstu ferð at royna seg í biograffilmi. Aðrir leikarar í filminum eru Nicolai Cleve Broch, Kjærsti Odden Skjeldal, Andrea Bræin Hovig og Espen Klouman Høiner. DISCO er annar filmurin, sum leikstjórin og handritahøvundurin Jorunn Myklebust Syversen hevur gjørt. Við eini ráari og ótilgjørdari realismu lýsir hon umhvørvi, sum hóast tey eru til, sjálvdan síggjast í miðlunum. Fyrsti filmurin, HOGGEREN (2017), varð í uppskoti at fáa tvær Amanda virðislønir og fekk framúr ummæli í Noregi. Í altjóða høpi var DISCO fyrstu ferð sýndur á filmstevnu í Toronto, meðan evropiska frumsýningin var í San Sebastian. Norska frumsýning var í oktober og í øllum trimum førum hevur DISCO fingið framúr ummæli og elvt til nógv kjak, tí filmurin verður mettur sum týdningarmikil.

  • Uppruna heiti: Disco
  • Longd: 01:34
  • Frumsýning: mikudagur, 12 feb 2020
  • Leinkjur: IMDb
  • Instruktion: Jorunn Myklebust Syversen
  • Leikarar: Nicolai Cleve Broch, Josefine Frida Pettersen, Espen Reboli Bjerke

Sýningar

mikudagur, 12. feb