Havnar Bio - Bannari
Forsíða Skrá Lýsingar Tíðindabræv Leigan av høli Filmsfelagið Komandi filmar
Filmsrulla 1
Filmsrudda 2
Alternative Display Source – ScheduleSlice.aspx Default.aspx
Skráin í dag
15:00 - Sal 1
15:30 - Sal 2
17:15 - Sal 1
17:45 - Sal 2
20:00 - Sal 1
20:15 - Sal 2
22:30 - Sal 1
22:45 - Sal 2

Filmsfelagið

Annanhvønn mikudag fer Havnar Bio undir heitinum Filmsfelagið at sýna nýggjar filmar, sum eru listaliga áhugaverdir. Úti i heimi verður hetta slagið av filmum onkuntíð nevnt art house filmur.

Sjálvandi er ymiskt, hvat ein biografgangari og ein annar halda verða listaliga áhugavert og viðkomandi, men Havnar Bio fer við átakinum Filmsfelagið at royna seg við eini miðsøkjandi leið, sum annan vegin savnar áskoðarar og hin vegin gevur atgongd til film, sum ikki verður settur á vanligu skránna.

Havnar Bio hevur heitt á Birgir Kruse, sum var formaður í gamla Filmsfelagnum, at sleppa at brúka heitið og at velja filmar við ráðgeving frá filmshugaðum. Upprunaliga felagið varð stovnað í okkara hølum, Havnar Bio, í 1962 undir navninum Filmslistafelagið. Hetta felagið sovnaði í 1975. Í 1984 varð felagið endurstovnað sum Filmsfelagið og helt sær til 1992, oftast við sýningum í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum.

Nú verður Filmsfelagið endurstovnað í samráð við táverandi nevnd undir sama heiti og tí einfalda endamáli at vísa listaliga viðkomandi filmar í Havnar Bio. Filmarnir verða sýndir einaferð og altíð mikudag.

Skráin hjá Filmsfelagnum verður kunngjørd í góðari tíð á hesi síðu, eins og galdandi er fyri allar aðrar filmar í Havnar Bio. Vælkomin í Filmsfelagið!

Komandi filmar

Thelma

Frumsýning 21-02-2018 kl. 20.00

Efter ’Reprise’, ’Oslo. 31. august’ og ’Louder Than Bombs’ krydser Joachim Trier ubesværet over i et overnaturligt univers, der både vil pirre ’Skam’-fans, genre-aficionados og alle dem, som holder af Triers hævdvundne eksistentielle dramaer. Eili Harboe spiller den unge Thelma, der er vokset op i et kristent hjem på landet, men nu skal finde sig til rette i Oslo, hvor hun både skal forholde sig sin videre uddannelse, sit gryende begær og et nyt liv, hvor hendes indre brydninger og konflikter pludselig antager skræmmende fysiske former. Alt sammen iscenesat med Triers vanlige tæft for personinstruktion og troværdige karakterer - og også her skrevet frem i selskab med makkeren Eskil Vogt, der med ’Blind’ demonstrerede, at han er en mesterinstruktør i sin helt egen ret.

Thelma

En frygtelig kvinde

Frumsýning 07-03-2018 kl. 20.00

EN FRYGTELIG KVINDE er et komediedrama om alt det frygtelige, kvinder kan gøre mod mænd i et moderne parforhold, set gennem mandens øjne. Da Rasmus møder Marie, er han sikker på, at han har mødt kvinden i sit liv. Men der går ikke lang tid, før hun viser sig som et besidderisk og manipulerende væsen, der snedigt piller ham fra hinanden. EN FRYGTELIG KVINDE er historien om kvindens ødelæggende insisteren på dominans i parforholdet. Et sandfærdigt portræt af kvindens frygtelige natur. Kilde: Nordisk Film

En frygtelig kvinde

Så længe jeg lever

Frumsýning 08-03-2018 kl. 20.00

SÅ LÆNGE JEG LEVER er en dramatisk, humoristisk og poetisk rejse gennem musikeren John Mogensens liv. Manden der lagde Danmark for sine fødder med store folkelige klassikere som “To mennesker på En Strand”, “Så længe Jeg Lever” og “Fut i Fejemøget”. Vi følger ham fra barndommen til hans første gennembrud med Four Jacks for så at gå i glemmebogen - og i hundene - indtil han pludselig brager igennem med sit enorme gennembrud i 1971 med "Der er Noget galt i Danmark!". Kilde: Nordisk Film

Så længe jeg lever

Loving Vincent

Frumsýning 21-03-2018

Filmen er skabt som verdens første 100% olieanimerede film. 150 kunstnere har malet hvert eneste ene af de malerier, der krævedes til filmens 65.000 frames. Resultatet er en farvestrålende, fascinerende og berørende beretning om skaberglæde og lidenskab produceret af Oscar-vindende Breakthru Films og Trademark Films. Det er den 29. juli 1890. En såret mand vakler ned ad gaden i den lille franske by Auvres. Han holder sine hænder mod et frisk skudsår i maven. Manden er Vincent Van Gogh – på det tidspunkt endnu ukendt for omverden, i dag en af historiens største kunstnere. Hans tragiske død er til den dag i dag omgærdet af mystik og spekulationer. Hvem var det, der skød? LOVING VINCENT er en helt usædvanlig form for film, der omfavner Van Goghs kunstnerskab, skæbne og død gennem hans stemme i sine breve og giver nyt liv til karaktererne på hans malerier.

Loving Vincent

Zacharias

Frumsýning 11-04-2018 kl. 20.00

Í árinum 2000 savnaðist eitt lítið filmslið úti í Hattarvík at gera upptøkur til filmin “Burturhugur – Faroese Observations”. Ein mynd av sjey teimum seinastu fólkunum á hesum fjarskotna plássi. Ein av høvuðspersónunum í tí dokumentarfilminum var bóndin Zacharias. Síðani vit í 2016 fingu boðini um, at hann var deyður, hevur okkurt onkursvegna áhaldandi eggjað okkum til at leita aftur til allar teir mongu tímarnar við upptøkum, sum vit tá gjørdu við hesum karismatiska, gamla bóndanum, har úti í Fugloy. Vit fylgdu honum langt tíðarskeið í hansara hóvliga, lítillátna og spakføra gerandisdegi. Bæði í gaman og álvara. Í hesi nýggju vangamyndini av honum, sum vit nú hava fingið klipt saman og snøggað, hava vit nýtt oynna og øll gerandismál hansara harúti sum lørift. Zacharias vísir seg at umboða eina farna tíð í slitnum, veðurbardum og einføldum rammum. Líkasum ein tann seinasti føroyingurin av sínum slagi gevur hann okkum gávumilt innlit í sína lívssøgu og ikki minst sín litfagra hugaheim við søgum, ið hittinorðaðar verða bornar fram fyri okkum sum dýrgripir. Og geva vit okkum stundir at lurta og skilja, hvørjum bergi hesin samanrikni maðurin er brotin av, so byrja vit at hóma nakrar hornasteinar, sum hansara gamla føroyska bygdarsamfelag var bygt á. Og tað kennist, sum hárini reisast á handarbakinum, tá ið vit ígjøgnum frásøgur hansara sanna, at hetta lítla bygdarsamfelag, í trongum tíðum og uttan nakrar verðsligar hentleikar yvirhøvur og at kalla heilt avbyrgt frá umheiminum, aldi upp menniskju sum okkara høvuðspersón, sum í uppvøkstri sínum fekk við sær førning við eini óalmindiliga fínt innstillaðari kumpass at ferðast ígjøgnum lívið við. Í hesum nýggja filmi verður nógv fokuserað upp á nærveru, fordjúpilsi, innlivan og sum heild tað tølandi og meditativa við steðgum í ljóði og mynd. Tá ið seinasta myndin av Zachariasi er rullað um løriftið, stendur andsøgnin til okkara nútíðar acceleratiónssamfelag so krystalklárt eftir og darrar í myrkrinum. Við hesum filmi vilja vit lýsa frið yvir mannin og fagna hesum týdningarmikla persóni, sum vit einaferð hittu á leið okkara.

Havnar Bio - Tinghúsvegur 8 - 100 Tórshavn - Tlf.: 31 19 56 - Teldupostur: bio@bio.fo
Forritað av Limberg Michelsen - Sniðgivin av Bergur Dalsgaard - Útgáva 2.2